Blív Vegleiðari

Tá ið turr teori verður gjørt til nakað ítøkiligt og hugfangandi, verður menning til meira!

Vegleiðari - hvat inniber tað?

Hevur tú hug at vera við í FIRST LEGO League við flokkinum, men følur teg óvísa/n í hvussu tú kemur í gongd?  So kanst tú umbiða atgongd til vegleiðarafilm okkara, sum fer ígjøgnum alt tær tørvar at vita.

Alt innan:

  1. Hvussu FLL kann brúkast sum kjarnu økið í námsætlanini
  2. Tíðarætlan viku fyri viku
  3. Hvussu tú byrjar
  4. Hvussu tú gert liðini
  5. Hvat endamálini eru og hvat liðini skulu gera
  6. hugskot og mangt annað.

Umframt alt tað, so hava vit eina rúgvu av undirvísingarmateriali at stuðla tær í arbeiðinum.

At vera vegleiðari í FIRST LEGO League er bæði avbjóðandi, læruríkt, engagerandi, slítandi, spennandi og ikki minst sera stuttligt!

Vit hava gjørt hesa síðuna fyri at hjálpa tær ávegis at blíva vegleiðari og brynja teg við góðum tilfari.
Tá man er skrásettur vegleiðari, fær man atgongd til eitt intranet, har alskyns vegleiðaratilfar og beinleiðis samskiftisportalur við samskiparan av First Lego League verður atkomiligur.

Hvørt ár verður ein nýggj samfelagsaktuel avbjóðing tikin upp. Endamálið er at inndraga næmingar í problemstillingina, og við virðunum hjá FIRST LEGO League , loysa ta avbjóðingina.
Hendan avbjóðingin er í høvuðsheitum deild upp í tveir partar: Verkætlan og Tøkni/Robottkapping, meðan Kjarnuvirðini fevna um alt First Lego League sum heild, og er tí partur av øllum bólkunum. 

Hví First Lego League?

  • Passar væl inn í Pensum
  • Gevur góðar royndir innan tøkni, gransking, nýmenning og projektarbeiði
  • Styrkir samanhaldið í flokkinum/bólkinum og uppbyggir eina felagskenslu fyri liðið
  • Styrkir persónliga og fakliga menning
  • Gevur luttakarum møguleika at arbeiða á ein praktiskan hátt við veruligum problemstillingum
  • Mennir vitan innan forritan og sniðgeving
  • Eggjar kreativiteti og uppfinningarsemi
  • Upplæringin kann tillagast til støðið hjá einstaka luttakaranum
  • Kveikir hugin til tøkni og vísind
  • Kann vera við til at økja um hugin til náttúruvísindi.
  • Luttakarar fáa royndir við metodum og organisering, ið minnir um veruliga arbeiðslívið.

Blív Vegleiðari

At vera vegleiðari í FIRST LEGO League kann vera avbjóðandi, læruríkt, engagerandi, slítandi, spennandi og ikki minst sera stuttligt!
Við at geva børnum og ungum møguleikan at uppliva náttúruvísund, støddfrøði, tøkni og nógv onnur evni á ein spennandi og fangandi hátt, so uppliva nógv av teimum, at teirra áhugði fyri náttúruvísindaligu og tøkniligu evnunum økjast!

FIRST LEGO League er ein kapping og uppgáva, sum fáa fram eitt gott flokssamanhald.

Eftir tilmelding fært tú atgongd til alt okkara tilfar.

Tíðarlinja

Apríl

Tilmelding byrjar

1. Apríl klokkan 12:00 byrjar tilmeldingin til ársins First Lego League 

Apríl

Juni

Challenge set

Challenge set kunnu bíleggjast

Juni

August

Útsending av Challenge set

Um hálvan august verða challenge set útsend til vegleiðarar og lið

August

Septembur

Uppgávan verður lýst

Uppgávan sum luttakarar skulu viðgera verður lýst

Septembur

Septembur

Vegleiðaramøtir

1-2 vikur eftir at uppgávan er lýst, skipa vegleiðararnir fyri vegleiðaramøtum, har viðkomandi og praktisk informatión um kappingina verður deild.

Septembur

Oktobur

Tilmelding lukkar

1. Oktobur er freistin at melda seg til First Lego League kappingina.

Oktobur

Novembur

First Lego League Finalan

First Lego League kappingin endar við einari stórari finalu.

Novembur

Apríl

Tilmelding byrjar

1. Apríl klokkan 12:00 byrjar tilmeldingin til ársins First Lego League 

Apríl

Juni

Challenge set

Challenge set kunnu bíleggjast

Juni

August

Útsending av Challenge set

Um hálvan august verða challenge set útsend til vegleiðarar og lið

August

Septembur

Uppgávan verður lýst

Uppgávan sum luttakarar skulu viðgera verður lýst

Septembur

Septembur

Vegleiðaramøtir

1-2 vikur eftir at uppgávan er lýst, skipa vegleiðararnir fyri vegleiðaramøtum, har viðkomandi og praktisk informatión um kappingina verður deild.

Septembur

Oktobur

Tilmelding lukkar

1. Oktobur er freistin at melda seg til First Lego League kappingina.

Oktobur

Novembur

First Lego League Finalan

First Lego League kappingin endar við einari stórari finalu.

Novembur