Fyri Lið

Í FIRST LEGO League loysa børn og ungdómar avbjóðingar, sum eingin vaksin veit svarið uppá!
Hvørt ár kemur ein nýggj hugkveikjandi uppgáva, sum er viðkomandi fyri samfelagið. Í uppgávuni eru eingin endalig úrslit, bert hugflogið setur avmarkingar.

At vera Luttakari - hvat inniber tað?

Ígjøgnum 8 vikur skulu tit arbeiða við einari uppgávu, har tit skulu royna at finna eina loysn til eina avbjóðing tit sjálvi seta tykkum. Tit skulu samstundis designa, byggja og programmera ein LEGO robott til at loysa uppgávur á einum robott bana.

Kjarnuvirðini eru sjálvt hjarta í FIRST LEGO League. Við at brúka kjarnuvirðini fara tit at síggja at vinalig kapping og felags fyrimunir ikki eru atskild mál, men tað at hjálpa hvørjum øðrum er grundarlagið fyri lið-arbeiði.  ígjøgnum alla kappingina skulu kjarnuvirðini vera grundarlagið fyri góðum samarbeiði, respekt og inkludering.

Í FIRST LEGO League fara tit at uppliva støddfrøði, náttúru og tøkni á ein spennandi og veruligakendan hátt.

First Lego League Kjarnuvirðini

Vit vísa FIRST-hugtøkini Gracious Professionalism® og Coopertition®  ígjøgnum kjarnuvirðini:

Uppdaging: Vit kanna nýggjar eginleikar og hugskot.
Skapan: Vit brúka skapanarevni og ídni at loysa trupulleikar
Ávirkan: Vit brúka tað, vit læra fyri at betra okkara heim.
Umfevnan: Vit virða hvønn annan og fevna okkara ymiskleika.
Samstarv: Vit eru sterkari, tá vit arbeiða saman.
Stuttleiki: Vit stuttleika okkum saman í arbeiði og læring!

Tíðarlinja

Verkætlan

  • Liðini læra og lesa um evnið
  • Velja ein trupulleika
  • Lýsa eina trupulleikaorðing
  • Granska
  • Finna eina loysn
  • Skriva eina uppgávu at handa inn 2 dagar áðrenn kappingardagin
  • Leggja fram 5 min + 3 min til spurningar á kappingardegnum

Tøkni

    • Sniðgeva og byggja ein robott
    • Programmera robottin
    • Skriva nøkur orð um sniðið og programmeringina og handa tey inn 2 dagar áðrenn kappingardagin
    • Leggja fram um sniðið og programmeringina á kappingardegnum

Robott kappingin

  • Royndarkoyra robotting tá tey venja
    og til kappingardagin
  • Koyra minst 3 ferðir og  hava 2.5 min pr. koyring

Básurin / marknaðarførsla

    • Gera ein bás og taka hann við til kappingardagin.
    • Gera básin vælkomandi, spennandi og litríkan, soleiðis at øll hava hug at hoyra hvat liðið hevur arbeitt við.
    • Endamálið hjá básanum er at vísa fram, tað liðini hava gjørt fyri gestum, so sum foreldur, ommur, abbar, systkin og øðrum vitjandi.

Kjarnuvirðini

      • Skriva um hvussu tey hava brúkt FLL kjarnuvirðini í arbeiðinum hjá liðnum.
      • Hanga eina plakat, ella vísa á annan hátt hvussu tey hava brúkt kjarnuvirðini, upp í básin og leggja fram um tað á kappingardegnum 
Les um kjarnuvirðini