Blív partur av
FIRST LEGO League

Ynskir tú at gerast partur av First Lego League? 
Tað krevur nógv at koyra eina FIRST LEGO League kapping – Alt frá tíð og orku, til pengar og áhuga.

Um tú kundi tonkt tær at gerast partur av okkara toymi sum vegleiðari, hjálparfólk, ella ynskir at sponsorera/stuðla, so vilja vit fegin hoyra frá tær.

Blív sponsorur

Til eina FIRST LEGO League kapping er tað møguligt at blíva sponsor.
Vit hava fleiri ymsar hættir at sponsorera uppá. Bæði beinleiðis stuðul, oyramerktan stuðul, lán av útgerð o.s.fr.
Alt ger mun, so vit vilja sera fegin hoyra frá tær/tykkum.

Set teg í samband við okkum fyri at fáa meira at vita her:

Blív frívilligur

Til eina FIRST LEGO League kapping er tað tørvur á nógvum frívilligum. Tað kann bæði vera sum dómari í ymsu greinunum, men eisini til aktivitetir, so sum vegleiðing og koyring av sjálvum degnum, so tey nógvu liðini føla seg væl og hugna sær.

Tað ber til at skriva til okkum her:

Blív Vegleiðari

At vera vegleiðari í FIRST LEGO League kann vera avbjóðandi, læruríkt, engagerandi, slítandi, spennandi og ikki minst sera stuttligt!
Við at geva børnum og ungum møguleikan at uppliva náttúruvísund, støddfrøði, tøkni og nógv onnur evni á ein spennandi og fangandi hátt, so uppliva nógv av teimum, at teirra áhugði fyri náttúruvísindaligu og tøkniligu evnunum økjast!

FIRST LEGO League er ein kapping og uppgáva, sum fáa fram eitt gott flokssamanhald.

Eftir tilmelding fært tú atgongd til alt okkara tilfar.