Robotturin

Hendan síðan er gjørd
fyri at øll sum eru áhugaði
kunnu fáa eina góða byrjan
 uppá Robott programmering.

Her ber til at læra hvussu ein kemur ígongd við robottinum. Vit hava:

  1. Leinkjuna til scratch – programmi luttakararnir skulu brúka og eina lítla skrivliga vegleiðing um
    hvussu tit fáa robottin settan til.
  2. Vit hava nøkur smávideo sum greiða frá grundleggjandi programmeringum, fyri at lætta um hjá
    luttakarunum.
  3. Ein Danskan bókling, sum greiður frá hvussu ein kann byrja við robottinum – Hendan hevur nógv sera
    sera góð hugskot og vísur hvussu fleiri uppgávur kunnu lættliga gerast.
  4. Leinkjur til ymsar heimasíður, sum kunnu geva íblástur.
  5. Tað eru nógv annað gott tilfar inni á youtube – so vit viðmæla at tit leita eitt sindur inni á har eisini

Minnist til bæði vegleiðarar og luttakarar at hetta er einans fyri at hjálpa tykkum ígongd. Hendan síðan er
bara hjálpsom fyrstu vikurnar, tí áðrenn tit vita av tí, so eru tit sum luttakarar langt frammanfyri tað vit hava á
síðuni. Ymsu robott sniðini, programmeringshættirnir og amboðini vit hava eru bara ein máti at gera tingini
– vit gleða okkum at síggja hvussu tykkar hugflog kemur at seta sín dám á robottin.

Her er ein leinkja til scratch programmi sum tit koma at brúka:

Nota 1: Vit viðmæla at brúka windows teldur til programmeringina, tí tann versiónin hevur flest møguleikar.
Nota 2: Tað er møguligt at skúlateldan ikki hevur loyvi at takað programmi niður uttan loyvi frá telduvørinum.
Um hetta er tilfeldið, so seti tykkum í samband við telduvørin fyri at fáa hjálp.

Hekta robottin til bluetooth

Tá tit hava tikið programmi niður, so skal robotturin hektast til programmi.
Tað eru tveir mátar hetta kann gerast:

  1. Við brúka av kaðal
  2. Við brúk av bluetooth
Fyri at seta robottin til við bluetooth so ger fylgjandi:
  1.  Fyrst tendra hubbin og halt á bluetooth knappinum inntil hann er klárur at para seg.
  2. Trýst síðan á connect inni á scratch (vanliga høgt uppi í vinstra hornið).
  3. Trýst síðani á connect via bluetooth
  4. Tá teldan sær hubbin, trýst síðani á para.
  5. Teldan fer síðani at spyrja um tú skalt para og her siga tit ílagið.
  6. Hubburin er síðani paraður.

Filmsbrot vegleiðingar

Áðrenn tit byrja at programmera, so er neyðugt at byggja ein robott.
Scratch hevur tegningar til ein lættan robott tit kunnu byrja við og eisini fleiri amboð tit kunnu brúka.
Seinni tá tit hava lært tykkum eitt sindur meira, so kunnu tit finna eina aðra tegning 
ella møguliga byggja ein robott frá grundini av sjálvi.

video 1 – her síggja vit hvussu robotturin kann koyra fram.

Video 2 og 3 – her síggja vit hvussu vit kunnu fáa robottin at venda á tveir ymsar mátar

Video 3 - Framhald

Video 4 - Soleiðis rættar tú robottin til ein vegg

Video 5 - greiður frá hvussu ein kann fáa robottin at fylgja einari linju

Video 6 - vísur hvussu robotturin kann brúka linjur til at rætta upp.

FLL bókin hjá Ole Capranis

Hugskot til robottin

Her síggja tit ymsar leinkjur sum leiða til støð sum kunnu geva íblástur til amboð og tílíkt.

Info um hetta kemur seinni.

Onnur filmsbrot um
Robottin