Um First Lego League

FIRST LEGO League er størsta náttúru og tøkni kapping í heiminum. Føroyska kappingin er fyri børn og ung í aldrinum 10 – 16 ár og introduserar tey fyri STEM økini (Science, technology, engineering & math). 

FIRST LEGO League gevur íblástur til børn og ung at gerast framtíðar verkfrøðingar, programmørar, granskarar og trupulleikaloysarar.
ígjøgnum samfelags-aktuellar uppgávuorðingar uppliva luttakararnir vísund og tøkni á ein grípandi og spennandi hátt!

Í First Lego League fara luttakarar at:

Skriva og leggja fram teirra loysn til ársinsevni, sum er ein samfelags avbjóðing innan t.d. Orku, eldraøkið ella havið.

Byggja, leggja fram og kappast í robot spælinum, sum er eitt robot borð har liðini hava 2.5 min at fáa robottin at loysa so nógvar avbjóðingar sum møguligt.

Gera ein bás, sum greiður frá teirra loysn og leggja fram um hvussu tey hava brúkt kjarnuvirðini hjá FLL í arbeiðinum síðstu 8 vikurnar.

Kappingin koyrir í 8 vikur frá mitt í Septembur til fyrst í novembur

 

First Lego League Kjarnuvirðini

Vit vísa FIRST-hugtøkini Gracious Professionalism® og Coopertition®  ígjøgnum kjarnuvirðini:

Uppdaging: Vit kanna nýggjar eginleikar og hugskot.
Skapan: Vit brúka skapanarevni og ídni at loysa trupulleikar
Ávirkan: Vit brúka tað, vit læra fyri at betra okkara heim.
Umfevnan: Vit virða hvønn annan og fevna okkara ymiskleika.
Samstarv: Vit eru sterkari, tá vit arbeiða saman.
Stuttleiki: Vit stuttleika okkum saman í arbeiði og læring!

Ígjøgnum sesongina skulu luttakarar brúka kjarnuvirðini í allari arbeiðsprosessini, bæði í uppgávuni og tøkni. Síðani skulu luttakararnir skriva um tað og greiða frá tí í básinum.

Hví First Lego League?

  • Passar væl inn í Pensum
  • Gevur góðar royndir innan tøkni, gransking, nýmenning og projektarbeiði
  • Styrkir samanhaldið í flokkinum/bólkinum og uppbyggir eina felagskenslu fyri liðið
  • Styrkir persónliga og fakliga menning
  • Gevur luttakarum møguleika at arbeiða á ein praktiskan hátt við veruligum problemstillingum
  • Mennir vitan innan forritan og sniðgeving
  • Eggjar kreativiteti og uppfinningarsemi
  • Upplæringin kann tillagast til støðið hjá einstaka luttakaranum
  • Kveikir hugin til tøkni og vísind
  • Kann vera við til at økja um hugin til náttúruvísindi.
  • Luttakarar fáa royndir við metodum og organisering, ið minnir um veruliga arbeiðslívið.

Hvat koma luttakararnir at arbeiða við?

Tíðarlinjan

Verkætlan

  • Liðini læra og lesa um evnið
  • Velja ein trupulleika
  • Lýsa eina trupulleikaorðing
  • Granska
  • Finna eina loysn
  • Skriva eina uppgávu at handa inn 2 dagar áðrenn kappingardagin
  • Leggja fram 5 min + 3 min til spurningar á kappingardegnum

Tøkni

    • Sniðgeva og byggja ein robott
    • Programmera robottin
    • Skriva nøkur orð um sniðið og programmeringina og handa tey inn 2 dagar áðrenn kappingardagin
    • Leggja fram um sniðið og programmeringina á kappingardegnum

Robott kappingin

  • Royndarkoyra robotting tá tey venja
    og til kappingardagin
  • Koyra minst 3 ferðir og  hava 2.5 min pr. koyring

Básurin / marknaðarførsla

    • Gera ein bás og taka hann við til kappingardagin.
    • Gera básin vælkomandi, spennandi og litríkan, soleiðis at øll hava hug at hoyra hvat liðið hevur arbeitt við.
    • Endamálið hjá básanum er at vísa fram, tað liðini hava gjørt fyri gestum, so sum foreldur, ommur, abbar, systkin og øðrum vitjandi.

Kjarnuvirðini

      • Skriva um hvussu tey hava brúkt FLL kjarnuvirðini í arbeiðinum hjá liðnum.
      • Hanga eina plakat, ella vísa á annan hátt hvussu tey hava brúkt kjarnuvirðini, upp í básin og leggja fram um tað á kappingardegnum 
Les um kjarnuvirðini